![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Fyrsta skotið í sambandi við Langhylin í Gundadali varð skotið í dag klokkan 14,15.
Tað vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, sum trýstu á knøttin.
J. & K. Petersen vannlisitatiónina hin 1. oktober 2020 og varð sáttmáli undirskrivaður við Tórshavnar Kommunu hin 30. November 2020.
Verkætlanina, sum ætlandi skal vera liðug við árslok 2023, hevur ein høvuðstøkusáttmála upp á 147,5 mió. kr.
Tað er SNA sum hevur teknað og lagt Langhylin til rættis.
Í tilgongdini fram ímóti Langhylinum hevur Tórshavnar kommuna verið á fundum við altjóða svimjisambandið FINA. Sambandið hevur millum annað samskift við bygginevnd og teknisku fyrisiting í Tórshavnar kommunu um staklutir í uppskotinum fyri at taka øll neyðug atlit at krøvum til altjóða kappingar.
Langhylurin í Gundadali kann umframt allar føroyskar kappingar eisini hýsa altjóða kappingum nógv áratíggju fram í tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald