2015-02-20 20:38

Mánadagin 23. februar fer Karsten Hansen, landsstýrismaður,at seta hakan í fyri nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, sum kemur atstanda frammanfyri núverandi grøna bygningin oman móti sjónum.
Í hesum sambandi verður alment hátíðarhald frá klokkan 15.
Verkætlanin fevnir millum annað um nýggjan psykiatriskandepil, nýggjar seingjadeildir og burðarstovur, og nýggj høli tilrehabilitering.
Tá nýggi bygningurin verður tikin í nýtslu er ætlanin, at einstórur partur av virkseminum hjá Landssjúkrahúsinum omanfyri J.C. Svabosgøtu verðurlagt niður. Á hendan hátt verður virksemið á sjúkrahúsinum savnað.
Byggingin av nýggja H-bygninginum verður ætlandi liðug í2019. Les meira um útbyggingina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald