Tíðindaskriv
Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen hevur í dag fingið handað álit um føroyskt fátækramark.
Arbeiðsbólkurin, ið er samansettur av serfrøðingum í Almannamálaráðnum, Hagstovuni, Fróðskaparsetrinum og Almannaverkinum, lýsir í álitinum ymsar hættir at áseta fátækramark og nágreinar, hvat eitt fátækramark kann brúkast til.
Arbeiðsbólkurin varð settur sum avleiðing av løgtingssamtykt frá 2011, har samtykt var at:
???Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta ein arbeiðsbólk av serkønum at útgreina, hvat í minsta lagi skal til hjá einum húsarhaldi fyri at kunna hava sámilig livikor, og síðani leggja fyri Løgtingið viðkomandi lógaruppskot.???
Allýsing og háttarlag
Arbeiðsbólkurin ásannar, at persónliga vælferðin og møguleikin fyri einum virknum lívi í stóran mun er tengt at fíggjarliga rásarúminum hjá einstaklingum og familjum, og tí eru tað nýtslumøguleikarnir hjá fólki, ið avgera, hvørt ein persónur ella familja liva í fátækradømi.
Arbeiðsbólkurin hevur definerað fátækradømi soleiðis:
At vera varandi avmarkaður frá at liva eitt lív við teimum materiellu ressursunum, sum eru í tráð við alment aksepterað livikor og lívshátt og ikki hava møguleika fyri sjálvur at koma sær úr støðuni.
Í álitinum verður víst á, at tað er ein nógv umrøddur spurningur í vesturheiminum, um tað er rætt at hava eitt alment fátækramark ella ei. Tí eru tað eisini heilt fá OECD-lond, sum hava alment fátækramark, ið definerar, hvør er fátækur og ikki fátækur. Og í teimum londum, sum hava alment fátækramark, verður hetta ikki brúkt til at áseta, hvør hevur rættindi til fíggjarligan stuðul.
Tað eru tríggir hættir, sum kunnu nýtast, tá fátækramark skal ásetast, ávikavist inntøku eftir skatt (inntøkuhátturin), útreiðslurnar hjá húskjum (búsketthátturin), ella verður kannað, hvat húskið saknar í gerandisdegnum (saknhátturin).
Føroyska fátækramark
Arbeiðsbólkurin metir, at av tí at fátækradømi fyrst og fremst er ein spurningur um fíggjarligar ressursir, verður fátækradømi lýst við støði í inntøkuháttinum. Markið fyri fátækradømi er ásett til 60 % av miðinntøkuni í Føroyum, ið eisini er eitt mark, sum Hagstova Føroya brúkar í sínum kanningum av fátækradømi. Sambært hesum hevur arbeiðsbólkurin gjørt talvu, hvat 60 % av miðtøkuni er fyri ymsar húskisstøddir.
Mánaðarlig upphædd eftir skatt sbrt. inntøkuháttinum (60 prosent av miðinntøkuni)
Um mánaðin | Um árið | |
Støk | 9.796 | 117.548 |
Par uttan børn | 14.770 | 177.235 |
Støk við einum barni | 12.800 | 153.604 |
Støk við tveimum børnum | 15.754 | 189.051 |
Par við tveimum børnum | 20.677 | 248.129 |
Par við 4 børnum | 26.585 | 319.023 |
Viðm.: 60 prosent av miðinntøkuni er talið frá 2011 framskrivað til 2013[1]
At vera fátækur í longri tíð er tað, sum kann hava álvarsligar avleiðingar fyri tann einstaka og ta einstøku familjuna. Fyri at koma undir fátækramarkið, skal inntøkan hava verið lægri enn 60 prosent av miðinntøkuni í 3 ár á rað. Men nýggjasta granskingin um fátækradømi vísir, at fyri børn kann eisini stutttíðar fátækradømi fáa neilig árin seinni í lívinum. Tí eigur áhaldandi dentur at verða lagdur á fátøk børn ??? eisini stutttíðar fátækradømi hjá børnum.
Fyri at kunna siga neyvari, hvussu nógv fólk eru fátøk í Føroyum sambært lýsingini hjá hesum arbeiðsbólkinum, er neyðugt at útgreina kanningarnar hjá Hagstovu Føroya.
Í øðrum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við, eru tað serliga fólk, ið eru uttan fyri arbeiðsmarknaðin, sum eru fátøk. Hetta er eisini galdandi í Føroyum, men tó í minni mun enn í hinum norðurlondunum. Orsøkin er partvíst tí, at munurin millum løn og sosialar veitingar eftir skatt og gjøld er minni í Føroyum enn í øðrum londum. Ein onnur orsøk er, at tað í Føroyum eru nógv sum arbeiða niðursetta tíð, og tí eisini hava lágar inntøkur.
Í Føroyskum hagtølum eru tað serliga stakir uppihaldarar, sum vísa seg at hava nógv tær lægtsu inntøkurnar, og harvið eru hesi yvirumboðaði í bólkinum undir fátækramarkinum.
Eitt serligt fyrivarni við einum føroyskum fátækramarki er viðvíkjandi føroyska bústaðarmynstrinum. T.d. kunnu borgarar omanfyri fátækramarkið hava høgar bústaðarútreiðslur, meðan borgarar undir markinum kunnu hava lítlar útreiðslur til bústað, og tað ávirkar nýtslumøguleikarnar hjá tí einstaka húskinum.
Skal Føroyar hava alment fátækramark
Hóast tað er ein umstríddur spurningur, um eitt samfelag eigur at hava eitt fátækramark, metir arbeiðsbólkurin kortini, at eitt fátækramark hevur týdning í stríðnum móti fátækradømi. Tað er eitt av aðalmálunum í norðurlendsku vælferðarsamfelagunum at fyribyrgja, at fólk liva í fátækradømi. Og kanningar vísa, at umframt tey menniskjaligu atlitini, eru eisini orsøkir at síggja fyribyrging av fátækradømi, sum eina íløgu fyri samfelagið.
Ymisk fátækramørk geva ymiskar myndir av fátækradømi, og tað kann grugga fátækrakjakið. Tí er tað ein fyrimunur við einum alment viðurkendum fátækramarki, soleiðis at politiski myndugleikin kann seta sær mál, og at sjóneykan verður móti loysnum.
Annika Olsen, landsstýriskvinna takkaði arbeiðsbólkinum fyri álitið, ið ber brá av at verða eitt valaverk, væl gjøgnumarbeitt og á einum høgum fakligum støði, sum hon gleddi seg at lesa. ???Við hesum hevur politiski myndugleikin fingið eitt haldgott grundarlag at brúka til at skapa loysnir og fremja átøk, til tess at bøta um støðuna hjá teimum, sum liva í fátakradømi. Álitið verður nú lagt fyri politiska myndugleikanum til víðari umrøðu og støðutakan um, hvussu vit basa fátakradøminum.???
[1] Er framskrivað við miðalvøkstrinum fyri árini 2009 til 2011.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald