Nýggi sáttmálin gevur eina mundandi betri tyrlutænastu fyri landið. Ferðafólk fáa eina betri og skjótari tænastu og sjófólk okkara kunnu kenna seg tryggari heilt út á 200 fjórðingar. Gomlu Bell412 tyrlurnar verða skiftar út við nýggjar AW139 tyrlur frá Agusta Westland verksmiðjuni í Italia og kosta upp móti 100 mió. kr. hvør. Nýggju tyrlurnar eru størri, tryggari, skjótari og røkka longri enn Bell tyrlurnar. Sostatt fevnir tyrlutænastan nú um alt føroyska sjóøki. Eisini eru tyrlurnar útgjørdar við nýggjastu tøknini, ið krevst til leiting og bjarging. Av útgerð kann nevnast náttarbrillur, autopilot, navigatiónsútgerð, svartur kassi, ís-varnari og mangt annað.
Agusta Westland tyrlurnar eru væl royndar aðrastaðni og verða tær nýttar til leiting og bjarging eitt nú í Stóra Brettlandi. Sostatt vera hesar tyrlur mettar at vera tær bestu á marknaðinum til tær uppgávur sáttmálin við landsstýrið fevnir úm. Um alt gongur eftir ætlan er fyrsta tyrlan í rakstri um árslok, og seinna tyrlan í apríl 2016.
Nýggi sáttmálin kann síggast á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald