JN

Landsliðið komið til Spania

...

2014-02-28 00:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Seint mikukvøldið kom føroyska landsliðið til Mijas í suðurspania, og longu klokkan 10 í morgun var fyrsta venjingin á skránni

Eftir ein langan og strævnan dag, við nógvari ferðing, vóru tað nakrir troyttir landsliðsleikarar, ið komu á hotellið í Mijas seint mikukvøldið, men longu klokkan 10 í morgun var fyrsta venjingin á skránni.

- Umstøðurnar her í Mijas eru sera góðar, og sjálvt um vit enn bara eru komin í februar mánað, so eru allir leikararnir hampuliga væl fyri, segði Lars Olsen, landsliðsvenjari, eftir venjingina í morgun.

Venjingin endaði við dysti millum teir yngru ímóti teimum eldru, og hesaferð vóru tað teir eldru, sum fóru avstað við sigrinum. ??rslitið gjørdist 4-3 til eldra ættarliðið.

Fyrrapartin fríggjadagin verður aftur ein venjing á skránni, og seinnapartin setir føroyska ferðalagið kós ímóti Gibraltar, har Gibraltar og Føroyar fara at spæla venjingardyst leygarkvøldið klokkan 20:00, lokala tíð.

Myndir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder