JN

Landsinnsavnanin gav 550.000 krónur

...

2014-06-12 23:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nú er landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi tald upp, og úrslitið varð 550.000 krónur. Vit eru sera takksom fyri henda stóra stuðulin, sigur Frants Jensen, aðalskrivari.



Leygardagin 10. mai hevði Blái Krossur landsinnsavnan, tá ið umleið 350 fólk gingu við bússu og spurdu um eina gávu til hjálpararbeiði hjá Bláa Krossi. Nú er talt upp, og inn komu 549.919 krónur. Hetta er tað næst besta úrslitið, Blái Krossur nakrantíð hevur havt í sambandi við landsinnsavnanina.
Framvegis koma nakrar gávur frá einstaklingum, og tí kann vera, at talið kvinkar eitt lítið sindur uppeftir. Einhvør er framvegis hjartaliga vælkomin at lata eina gávu til Bláa Kross.
Sjálv innsavnanin gekk væl, og komu fólk frá Bláa Krossi í flestu hús kring landið. Men tó ikki allastaðni. Millum annað manglaðu nakrir partar av Havnini, partar av útoyggjunum, og partar av nøkrum bygdum og býum kring landið.
Innkomni peningurin fer til tvær verkætlanir, nevnliga byggingina av nýggja viðgerðarheiminum hjá Bláa Krossi á Nesi og verkætlanina "??ll hava rættin til góð barnaár". 
Blái Krossur takkar hjartaliga øllum, sum hava latið til landsinnsavnanina. Vit takka eisini hjartaliga øllum teimum mongu bússuberarunum, stuðlum annars og peningastovnunum fyri gott samstarv.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder