Lýsing

Landsgrannskoðanin søkir eftir avloysara

...

2019-01-21 17:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í sambandi við at ein av okkara grannskoðarum er í farloyvi, verður eitt tíðaravmarkað starv leyst at seta so skjótt til ber. Starvstíðin er fyribils til 31. desember 2019.

Arbeiðið á stovninum er sjálvstøðugt, áhugavert og fjølbroytt, og fevnir um at grannskoða almennar stovnar og skipanir.

Tann, sum verður settur, skal hava hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap, løgfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving og duga væl at skriva, serliga á føroyskum. Fyrimunur er at hava royndir innan almenna ella privata umsiting.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til:

Landsgrannskoðanina

Traðagøta 43

Postrúm 2053

165 Argir

ella í telduposti til: [email protected].

Freistin at søkja starvið er 08. februar 2019. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dam, á tlf. 355100 ella 226301. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.

Tú kanst fáa meira at vita um Landsgrannskoðanina á heimasíðu okkara: www.lg.fo.

LANDSGRANNSKOÐANIN er ein óheftur stovnur undir Løgtinginum, sum virkar sambært Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 ???um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder