Lýsing

Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag 2018

...

2018-11-02 12:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag í ár verður hósdagin 20. desember kl 10. í Kaffihúsinum Undir Bryggjubakka 16. morgunmatur verður kl 9:30.

Uppskot til Landsfundin skulu vera Føroya Fiskimannafelag, Bryggjubakki 14-16, postboks 58, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi tríggjar vikur fyri Landsfundin. Eisini ber til at senda uppskot við telduposti innan somu freist til [email protected]

Á landsfundinum koma hesi mál til viðgerðar:

1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
3. Val av grannskoðara.
4. Ásetan av limagjaldi.
5. Uppskot frá stjórn og limum.
6. Annað.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder