
Landsbanki Føroya leitar eftir samskiftisfólki til tíðaravmarkað starv í eitt ár.
Í starvinum stendur tú fyri at miðla virksemið hjá Landsbankanum til almenningin, politiskar myndugleikar og samstarvsfelagar. Tú fert somuleiðis at virka sum miðlaráðgevi hjá stjórn og leiðslu.
Landsbankin savnar, viðger og almannakunnger hagtøl um samsfelagsgongdina í Føroyum. Vit leita eftir tær, ið vil vera við til at menna samskiftið hjá landsbankanum, soleiðis at landsbankin kann veita almenninginum greiða, álítandi og støðuga kunning innan sítt økið, bæði á okkara heimasíðu og í miðlunum.
Førleikakrøv og útbúgving
Tú hevur hug og hegni at miðla búskaparligar greiningar, tú hevur ein lættan penn, og samskiftir væl á føroyskum og donskum, bæði skrivliga og munnliga. At tú hevur útbúgving innan samskifti ella journalistikk/PR er ein fyrimunur, saman við royndum innan hesi øki.
Setanarviðurskifti
Starvið sum samskiftisfólk í Landsbanka Føroya er tíðaravmarkað í eitt ár. Starvið er fulltíðarstarv, og er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Vilt tú vita meira
Um tú hevur spurningar ella ivamál um starvið, kanst tú ringja til Maluna Johansen á tlf. 226 225 ella skriva til [email protected]
Umsókn
Umsókn til starvið við CV og avritum av viðkomandi prógvum skal vera Landsbanka Føroya í hendi í seinasta lagi 26. november.
Umsóknin skal sendast við teldubrævi til [email protected] ella við vanligum brævi til:
Landsbanki Føroya
Kvíggjartún 1
Postrúm 229
FO-165 Argir
Um Landsbankan
Landsbanki Føroya er sjálvstøðugur almennur fíggjarstovnur, og umsitur landsins gjaldføri og fyrisitur landsins lántøku. Landsbanki Føroya er eisini greiningarstovnur, ið virkar fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum.
Sum skrivstova fyri Føroya váðaráð, skal bankin vera við til at hava eftirlit við systemiskum fíggjarligum váðum í Føroyum. Bankin fyrisitur eisini Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald