
Vit sóknast eftir landmátara ella verkfrøðingi at byrja skjótast til ber.
Arbeiðsøki
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
- Uppmáting og avseting
- Nøgdarútrokning
- Dokumentatión av gjørdum arbeiði og máting
- Ráðgeva og stuðla verkætlanum
- Aðrar uppgávur eftir tørvi
Tín vangamynd
- Tað er umráðandi, at tú hevur góð samstarvsevnir, dugir væl at samskifta og at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult.
- Tú skalt hava viðkomandi útbúgving innan landmáting, verkfrøði ella líknandi. Tað er eitt ynski, at tú hevur royndir innan nevndu arbeiðsøki.
- Tú hevur góðar matmatiskar førleikar.
- Tú hevur kunnleika til kt-skipanir so sum MS-Office og AutoCad Civil3D
Vit bjóða
Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Tú kemur at arbeiða í einum toymi av dugnaligum landmátarum.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.
Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Torleif Waagstein, framleiðsluleiðara, á tlf. 216122.
Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. desember 2021. Søk starvið her.
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 230 fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald