2013-11-05 19:30
Landið hevur fyrstu tíggju mánaðirnar í ár fingið 19,5 mió. krónur fleiri inn enn sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein skattauppgerð hjá TAKS. Landið hevur higartil í ár fingið 1,03 milliard krónur inn í skatti, og sammett við í fjør er landsskatturin 1,9 % hægri enn um somu tíð í fjør.
Føroysku kommunurnar hava higartil fingið eitt vet minni inn í skatti fyrstu tíggju mánaðirnar í 2013 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið eina milliard og 182 milliónir krónur inn í skatti, og hetta eru 3 milliónir krónur ella 0,3 % minni enn sama tíðarskeið í fjør.
Fyrstu tíggju mánaðirnar í 2013 eru slakar 194 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 32 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, góðar 20 milliónir krónur meira. Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí er neyðugt at taka fyrivarni við samanberingargrundarlagnum, tá ið tað snýr seg um eftirlønirnar.
Yvirlit yvir fyribilsskattin kann síggjast her
Yvirlit yvir kommunuskattin kann síggjast her
TAKS
5. november 2013
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald