Vinna

Lágar hýrur í august

...

2014-09-09 19:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Høgu lønirnar í summar fingu ein bráan enda í august, tá samlaðu lønirnar lækkaðu. Bæði í juni og juli vóru lønirnar um 630 milliónir, men í august var afturgongd og lønirnar vóru 620 milliónir. Tað eru serliga hýrurnar, sum eru orsøk til afturgongdina. Seinnu árini hevur veiðan eftir uppsjóvarfiski verið óreglulig, í fjør var ósemja um fiskirættindi og tí bleiv nógvur uppsjóvarfiskur fiskaður í august, men nú er semja, og tí verður makrelurin fiskaður seinni í ár. Vanliga hava hýrurnar seinna hálvár talt yvir 10% av samlaðu lønarútgjaldingunum, men í august í ár taldu hýrurnar 8%.

Framgongdin er 4,5%
Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið við sama tíðarskeið árini frammanundan.

Fyrstu átta mánaðirnar í ár eru útgoldnar 210 milliónar krónur meira í lønum enn sama tíðarskeið í fjør, framgongdin er 4,5%.

Í fiskivinnuni hevur framgongdin higartil í ár verið stór, men við afturgongdini í august er framgongdin nú fallin til 5,2%. Tað er framvegis í byggivinnuni at framgongdin er størst, higartil í ár eru 60 milliónir krónur meira útgoldnar í byggivinnuni, vøksturin er 11%.

Dagførd og útgreinað lønartøl eru tøk í hagtalsgrunninum

Stutt um árstíðarjavning og trend
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
 

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder