Politikkur

Lættar til føroyingin

...

2021-04-19 16:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Samgongan hevur lagt fram uppskot at frítaka kampingspláss fyri meirvirðisgjald. Tað í sær sjálvum er rímiliga óskaðiligt, men hetta er ikki fyrstu ferð hendan samgongan gevur undantøk í meirvirðisgjaldinum ??? fleiri enn 30 undantøk eru í lógini. Aksel V. Johannesen metir tað vera óheppið, at fleiri av hesum lættunum fyrst og fremst gagna útlendskum ferðafólki. Eitt nú er MVG-frítøka á allari gisting á hotell og gistingarhúsum, á leigubilum og nú eisini á kampingplássum. Sjálvandi gera føroyingar brúk av hesum tænastum, men í størsta mun eru tað útlendingar, ið brúka hesar tænastur.

- Eitt av endamálunum við ferðavinnuni er, at ferðafólkini leggja pening eftir sær her í Føroyum. Eisini til landskassan. Tað gera tey ikki, tá vit aftur og aftur geva MVG-frítøku til vørur og tænastur, sum útlendsk ferðafólk keypa, tá tey eru her og vitja okkum, sigur Aksel V. Johannesen.

Sjálvandi skulu vit tryggja, at ferðavinnan er kappingarfør. Fleiri av frítøkunum eru skilagóðar og vælgrundaðar, men hann heldur, at tíðin er búgvin at endurskoða alla MVG-lógina.

- MVG-frítøkur kunnu vera góðar og neyðugar, men hesar eiga fyrst og fremst koma føroysku húsarhaldunum til góðar. Eitt nú kunnu vit ístaðin lækka ella heilt avtaka MVG á breyði, mjólk, frukt, grønmeti og so framvegis, sigur Aksel V. Johannesen, og leggur afturat:

- Hetta hevði gagnað øllum húsarhaldum, og ikki minst hevði hetta komið væl við hjá barnafamiljunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder