
Hesi lærarastørv eru leys at seta í Sørvágs skúla frá 1.august 2017 at rokna:
· 1 fast fulltíðarstarv, sum lærari.
· 1 tíðaravmarkað fulltíðarstarv, sum lærari.
· 2 tíðaravmarkað størv fyri lærarar í farloyvi.
· 1 tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar skúlaári 2017/2018. Endaliga tímatalið verður ásett 1. september 2017.
Okkum tørvar lærarar, ið kunnu:
· Undivísa í enskum, føroyskum, donskum, alis og evnafrøði, náttúru og tøkni, støddfrøði, svimjing, ítrótti, søgu, landalæru, lívfrøði og Handaverk og list.
· Átaka sær flokslæraraleiklut og undirvísa í øllum deildum skúlans.
· Hava orðblindaútbúgving og kunnu undirvísa á serøkinum.
Søkt verður eftir lærarum sum:
· Undir ábyrgd leiðslunar og í samstarvi við lærarar skúlans, skulu undirvísa og taka lut í dagliga virki skúlans.
· Duga at samstarva og eru fyrikomandi.
· Eru stundisligir, nærlagdir og álítandi.
· Eru fúsir at taka á seg uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum.
Førleikakrøv: Læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum.
Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tey, sum sett verða, er tænastumannasett frammanundan.
Lærarastørvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 ??? 29.2
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Jóhannis Joensen, skúlastjóra, á tel. 233221.
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla, Skúlavegur 13, 380 Sørvági ??? [email protected] - og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 23.05.2016 kl. 12:00.
_________________________________________________
Í Sørvágs skúla ganga 172 næmingar í 1. til 10. flokki. 16 lærarar og 2 námsfrøðingar starvast í skúlanum.
Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.
Ein skúli við serbygdum tónleikahølum, svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum. Skúlin er nýliga uppstigaður á øllum økjum. Ein prýðilig Marghøll, har børnini eta og samlast, er miðdepilin í skúlanum. Nýggj matarskipan er júst farin av bakkastokki. Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Í hesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.
Virðisgrundarlag skúlans:
Eg vil - Eg dugi - Eg kann
Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum !
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla !
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi !
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra !
Málið er læring, menning, trygd, og trivni. Áhugi elvir til læring
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald