JN

Lána 31 mió. kr. til at umvæla heimið á Sýnini

...

2014-01-07 22:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

KVF.FO skrivar:

Vága kommuna og Sørvágs kommuna fara nú at eiga røktarheimið í Miðvági.

Landsstýrið fer at lána kommununum í Vágum 31,5 milliónir krónur at umvæla heimið á Sýnini í Miðvági. Lánið er treytað av, at løgtingið góðkennir tað.

Tað stendur í avtaluni, sum er gjørd millum Fíggjarmálaráðið, Vága kommunu og Sørvágs kommunu.

Kommunurnar eiga

Avtalan ber í sær, at røktarheimið, sum ein sjálvognarstovnur higartil hevur átt, nú verður ogn hjá kommununum. Tá kommunurnar hava yvirtikið heimið, verður farið undir umfatandi umvælingararbeiði, sum kommunurnar hava ábyrgdina av.

Treytað av samtykt løgtingsins, lánir landsstýrið Vága kommunu og Sørvágs kommunu 31,5 milliónir kr. til umvælingararbeiðið. Bæði ognarluturin í heiminum og lánsupphæddin verður lutað millum kommurnar eftir fólkatali.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder