2018-11-02 09:21

Frá 1. januar 2019 verða læknahølini í Sørvági stongd.
Hølini, ið hava verið lítið brúkt síðstu tíðina, eru ótíðarhóskandi sambært teimum øktu krøvum, sum sett verða til viðtaluhøli.
Hetta merkir, at borgararnir í kommununi skulu til viðtalu í Heilsudeplinum í Miðvági.
Tey, sum ikki hava/fáa flutning til Miðvágs, kunnu venda sær til Sørvágs kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald