2014-10-24 17:46

Tað gongur væl við byggingini av nýggju læknamiðstøðini, sum verður bygd í Gerðatúni í Vestmanna. Í dag var arbeitt við at seta timburelementini upp, tað er GAJ-smíð, sum stendur fyri timburarbeiðinum.
Nýggja læknamiðstøðin er í tveimum hæddum, har hvør hæddin verður uml. 300 fermetrar.
Met verður, at læknnamiðstøðin stendur liðug í juni 2015. Kostnaðarmetingin sigur, at kostnaðurin fer at liggja um 6 milliónir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald