KÍF tók í dag móti Kyndli í FTZ-deildini hjá monnum, bæði liðini hava fingið eina heldur vánaliga byrjan uppá hetta kappingarárið. KÍF hevur enn sín fyrsta sigur til góður, meðan Kyndil við sigrinum í dag komu uppá 4 stig.
Dysturin byrjaði annars javnt, og tá ið 15. min. vóru leiktir var støðan 5-6 til Kyndil. Hálvleiksstøðan var 7-11, og vann Kyndil dystin 19-22.
Málskjúttar:
KÍF: Rúni Joensen 7, Hans Eli Sigurbjørnson 5, Teitur Joensen 2, Poul Finnur Egholm 2, Vilhelm Magnussen 1, Jákup Trygvason 1, og Magnus Muller 1.
Kyndil: Tummas Pauli Hanusarsson 7, Høgni K. Olsen 4, Hjalti M. Jacobsen 4, Bartal K. Olsen 4, John í Innistovu 2 og Rókur Akralíð 1.
Støður:
5. min. 2-2
10. min. 4-5
15. min. 5-6
20. min. 5-8
25. min. 6-9
30. min. 7-11
35. min. 8-13
40. min. 9-15
45. min. 11-16
50. min. 12-19
55. min. 17-20
60. min. 19-22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald