2014-10-17 16:30
Kyndil: Síðan stovnanina í 1956 hava kvinnurnar hjá Kyndli ongantíð verið við í evropeiskari kapping. Men hetta verður broytt í morgin, tá kyndilskvinnur spæla ímóti Femina Vise úr Belgia á Hálsi kl. 17.00
Belgiska ferðalagið kemur við flogfari í Vágar í kvøld, har umboð fyri Kyndil fara at taka ímóti. Hópurin gistir í Havn, og leygarmorgunin kl. 10.00 hevur Femina Vise eina stutta venjing á Hálsi. Kl. 17.00 verður dysturin so bríkslaður í gongd.
Seinni dysturin millum liðini verður sunnudagin kl. 17.00, og tá hann er av, er greitt, hvat av liðunum er komið víðari til annað umfar í EHF Cup. Kyndil ætlar at leggja nógv fyri at fáa eitt gott úrslit.
"Femina Vise hevur ofta verið í evropeiskari kapping, so vit kunnu vænta okkum góða mótstøðu. Men vit hava allar okkara spælarar tøkar og fara at kýta okkum 120 prosent," sigur Sophus Dal Christiansen, annar av venjarunum hjá Kyndli.
Dómararnir í dystunum verða svenskir, og teir koma eisini til Føroya í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald