2018-01-21 22:07
Tveir dystir hava í dag verið í Faxe-kondi steypakappingini hjá monnum.
Í Havn tók Kyndil móti teimum næstbestu hjá H71.
Kyndil vann dystin 27-15, eftir hálvleiksstøðuna 13-5. David Edvardsen gjørdis toppskjútti hjá Kyndli við 5 málum. Fyri H71 fekk Rani A. Højgaard 6 mál.
Í Vestmanan tók VÍF móti StÍF.
VÍF vann dystin 35-31, eftir hálvleiksstøðuna 20-17. Fyri VÍF fingu Julian Olsen, Sjúrður Olsen og Filip Jotic allir 9 mál. Hjá StÍF gjørdis Allan Norðberg toppskjútti við 11 málum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald