Politikkur

Kvotan á Flemmish Kap verður óbroytt

...

2014-09-27 14:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

NAFO hildið sín 36. ársfund í Vigo í Spania í vikuni. NAFO er millumtjóða fiskiveiðifelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Norðuratlantshavinum.

Toskakvotan á Flemish Kap verður á sama støði komandi ár. Stovnurin er mettur at vera væl fyri, men seinastu kanningarnar hava víst eina ávísa niðurgongd í stovninum.

Avgjørt varð at taka atlit at hesum viðurskiftum og skerja heildarveiðuna við fimm prosentum niður í 13.795 tons. Føroyar eiga 22,35 prosent av heildarkvotuni. Føroyska toskakvotan á Flemish Kap komandi ár 3.083 tons.

Umframt toskakvotuna, hava Føroyar kvotu av svartkalva og kongafiski í NAFO økinum. Føroyska kvotan av svartkalva og kongafiski í 2015 verður ávikavist 199 tons og 69 tons.

Avgerð varð tikin um at banna beinleiðis fiskiskapi eftir rækjum í NAFO øki 3L í 2015. Veiðibannið er galdandi innanfyri kanadiskt sjóøkið og í altjóða sjógvi.

Støðan í rækjustovninum á Grand Bank hevur verið sera vánalig seinastu árini, og longu undanfarna ár mælti vísindanevndin til ongan fiskiskap.

Ein avmarkaður fiskiskapur varð loyvdur í 2014, men neiliga gongdin í stovninum tykist tíverri halda fram. Undirtøka var ikki millum londini fyri at halda fram við fiskiskapinum í 2015. Veiðibannið fyri rækjufiskiskapi á Flemish Kap, sum hevur verið galdandi síðani 2011, stendur við. Føroysk skip gingu fyrst í nítiárunum á odda við rækjuveiðu í NAFO økinum.

Umboðið fyri DFG gjørdi á fundinum vart við, at hesin fiskiskapur hevur stóran týdning fyri Føroyar og talan tí er um ein smeit fyri føroysku rækjuvinnuna. Umboðið legði afturat, at Føroyar framvegis mótmæla rækjubýtinum í Grand Bank. Mótmælið er grundað á søguligu veiðuna hjá Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder