Ítróttur

Kvinnurnar í eldin í Bosnia

...

2014-08-20 20:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Klokkan hálvgum fýra seinnapartin spælir føroyska kvinnulandsliðið undankappingardyst móti Bosnia á útivølli. Jón Pauli Olsen, venjari, væntar ein truplan dyst, har møguleiki tó er fyri einum stigi.

Tað er einki at ivast í, at talan verður um ein truplan dyst. Men vit spældu javnt móti teimum í Føroyum, so møguleikin er her. Men eg vænti, at hitin, sum liggur um 30 stig, verður ein trupulleiki hjá okkara leikarum, sigur Jón Pauli Olsen.

Í Bosnia verður spælt á grasi, og tað plagar sambært Jón Paula Olsen eisini at vera ein trupulleiki, men hesaferð er trupulleikin kanska ikki so stórur sum onkuntíð áður.

-Kvinnurnar hjá KÍ hava júst verið uttanlands og spælt Champions League, og samstundis hava fleiri aðrar verið uttanlands við U18, og hesar hava allar tí fitt av feskum royndum við at spæla á grasi, sigur landsliðsvenjarin.

Jón Pauli Olsen sigur, at tað hevur verið trupult at savna hópin til venjingar fram móti dystinum í dag, tí at so nógvir leikarar hava verið burtur, men tað positiva er, at hesar hava verið úti í heimi í altjóða fótbóltsuppgávum, og tí skuldu leikararnir verið ógvuliga væl fyri í løtuni.

Í komandi mánað spælir kvinnulandsliðið teir báðar seinastu dystirnar í hesi HM-undankappingini, har Føroyar á fyrsta sinni hava verið við til bólkaspæl. Hesir dystir eru báðir á útivølli móti ávikavíst Skotlandi og Norðurírlandi.

-Skotland úti verður ógvuliga trupult, tí eg meti, at tær eru næstan líka góðar sum Svøríki. Hinvegin er ein góður møguleiki aftur, tá ið vit skulu spæla móti Norðurírlandi. Vit hava spælt javnt móti teimum í Føroyum, og tað vísir seg, at tær hava trupult við at skora, sigur Jón Pauli Olsen.

Venjarin hjá føroysku kvinnunum heldur, at man hevur lært ótrúliga nógv við at vera við til bólkaspælið á fyrsta sinni.

-Man hevur lært nógv. Tingini ganga nógv skjótari fyri seg, og bæði tekniskt, taktiskt og fysiskt er hetta á einum heilt øðrum støði, enn hvat okkara leikarar eru vanir við. Tí haldi eg, at hvør einasti dystur gevur nakað. Men skal man koma víðari, so er tað alneyðugt, at fer at arbeiða við at broyta hugburðin hjá ungum leikarum, soleiðis at tær hava neyðuga tolið, ið skal til fyri at røkka á mál, sigur Jón Pauli Olsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder