Ítróttur

Kvinnurnar fyrireika seg til tveir dystir

...

2014-04-04 01:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrireikingarnar hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum til dystirnar ímóti Bosnia/Hersigovina og Norðurírlandi eru av álvara farnar í gongd.

Seinnapartin mikudagin hevði Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, fyrstu venjingina við føroyska A-landsliðið við kvinnum, í sambandi við HM-undankappingardystirnar ímóti Bosnia/Hersigovina og Norðurírlandi.

Leygardagin 5. apríl verður tað Bosnia/Hersigovina, ið vitjar á Tórsvølli, og hósdagin 10. apríl skal føroyska kvinnulandsliðið royna seg ímóti Norðurírlandi. Báðir dystirnir verða bríkslaðir í gongd klokkan 19:00.

Føroysku leikararnir tykjast væl fyri til komandi avbjóðingar, og um hugt verður eftir stigatalvuni í HM-undankappingarbólki 4, so er ikki heilt ómøguligt, at føroysku kvinnurnar kunnu fáa síni fyrstu stig í einari HM-undankapping.

Føroyska liðið hevur framvegis sítt fyrsta stig tilgóðar, men beint frammanfyri Føroyar á stigatalvuni eru nevniliga Bosnia/Hersigovina og Norðurírland við einum stigi í part, tá dysturin teirra millum í oktober mánaða í fjør endaði við málleysum javnleiki.

Tað verður ókeypis atgongd til dystirnar ímóti Bosnia/Hersigovina og Norðurírlandi, og tí vónar Fótbóltssamband Føroyar, at nógvir áskoðarar verða kring Tórsvøll leygarkvøldið og hóskvøldið, fyri at stuðla føroyska kvinnulandsliðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder