2016-06-14 10:05

Í gjár var ein kvinna blivin burtur á Støðlafjalli, og í morgun fann bjargingartyrlan hjá Atlantsflog líkið av kvinnuni.
Kvinnan fór túr seinnapartin í gjár, og samband hevði verið við hana um fartelefon, meðan hon var túr. Men um seks tíðina í gjár hevði kvinnan boðað frá, at mjørkin var komin á hana.
Kvinnan, ið annars ofta hevur gingið túr har fyrr, var ikki afturkomin um kvøldið, og stór leiting varð sett í verk.
Bjargingarlið hava saman við tyrlu og løgregluhundum leitað eftir kvinnuni.
Løgreglan boðar frá, at tey avvarandi eru kunnað, hetta veit portal.fo at siga í morgun.
Kvinnan var 75 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald