2015-08-27 14:18
Fólkaflokkurin hevur í gjárkvøldið klaga til KVF í sambandi við Valmagasinið í KVF týskvøldið. Soleiðandi skriv er sent stjóran í Kringvarp Føroya.
Gott kvøld Dia!
Valmagasinið hjá KVF týskvøldið hevði tíverri onki við faktakekk at gera, men var so manipulerandi klipt saman, at vit meta, at tú sum stjóri á KVF skal taka støðu til tað, vit vísa á.
Vinarliga hygg at niðanfyristandandi lýsing av einum broti av sendingini, har tað týðiliga framgongur, at eitt svar sum Jacob Vestergaard gav uppá ein spurning í Rúnavík er klipt sundur, soleiðis, at týdningur verður tann øvugti.
Umboðið úr Tjóðveldi sigur "....tað er ikki í lagi at man skal kenna onkran bestemtan...."
Umboðið úr Framsókn sigur: "Tú og tú og tú sleppa, meðan tit sleppa ikki...."
Røddin hjá Jan Lamhauge kemur síðan inniyvir og sigur: "Ein av stóru spurningunum er, um landstýrismaðurin í fiskivinnumálum framhaldandi skal hava eins víðar heimildir at luta út milliardavirði, uttan nærri ásettar reglur"
Við at klippa uppáhald hjá politisku mótstøðumonnum hjá Jacob frá einum veljarafundi saman við eitt uppáhald hjá Jan Lamhauge um, at landsstýrismaðurin lutar út milliardir uttan nærri reglar, situr hyggjarin við eini fatan av, at soleiðis er skipanin.
Síðan verður hyggjarin førdur inn til Runavíkar aftur og verturin spyr:
"Jacob Vestergaard, sært tú ongar trupulleikar í at ein landsstýrismaður einsamalllur ger av hvussu fiskiloyvini skulu býtast út?
Jacob svarar: "Tað ger landsstýrismaðurin ikki, fyri at sláa tað heilt fast"
Her endar klippið og hyggjarin situr eftir við eini fatan av, at man skal kenna landsstýrismannin, hann peikar út og býtir út virði fyri milliardir einsamallur og uttan reglur, og tá hann verður spurdur um hann ongar trupulleikar sær í hesum, so er hann so frekur og ráðaríkur at umrøða seg sjálvan í 3. persóni og siga, at hann sær ongar trupulleikar í hesum.
Hetta er beinleiðis at snara svarinum hjá Jacob 180 stig. Tí hyggur ein at sendingini í Runavík, har klippini koma frá, og lurtar eftir øllum svarinum hjá Jacob, so hoyrir man hann siga:
"Tað ger landsstýrismaðurin ikki, fyri at sláa tað heilt fast. Okur hava eina loyvisskipan, sum hevur koyrt síðan lógin kom í gildi."
Tað vil siga at tá Jacob svarar "Tað ger landsstýrismaðurin ikki" so er tað sjálvandi ikki eitt játtandi svar uppá, at Jacob ongar trupulleikar hevur av, at skipanin er soleiðis sum Tjóðveldi, Framsókn og verturin lýsa hana, men ein afturvísing av, at skipanin er soleiðis, sum hon verður lýst.
Hesa fatan fær hyggjarin tó ikki, tí svarið hjá Jacob er tilvitað klipt sundur, soleiðis at tað hóskar til boðskapin hjá Jan Lamhauge.
Jan Lamhauge veit, at tá skipanin var sett í verk fyri meira enn 20 árum síðan, blivu loyvini læst fast, og hvørt loyvi fekk ein ávísan kvotapart ella ávíst tal av døgum. Hann veit eisini, at Jacob onki nýtt loyvi havi útskrivað og ikki broytt lutfallið í kvotapørtunum hjá loyvishavarunum.
Hann klippir innslagið soleiðis, ella rættari, manipulerar fram eina mynd av, hvussu korrupt skipanin er og at Jacob verjir hana.
Vit hava tað fínt við, at miðlar eru uppá vakt og meti tað verða av stórum týdningi fyri okkara fólkaræðið, at Føroyar hevur eitt sterkt KVF, men tá KVF ber seg soleiðis at í eini valsending, so mugu vit tíverri siga, at okkara álit á stovnin hevur fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin.
Fyri at sitera ein annan politikkara, so er Fólkaflokkurin skelkaður, og vit halda tað hevði sømt seg um KVF í minsta lagi kom við eini rætting, har sagt verður frá, at tit hava gjørt eitt mistak, tí klippingin hevur ført við sær, at svarið hjá Jacob er øðrvísi enn í upprunasendingini.
Tit endaðu innslagið við at siga, at Jacob hevði onga viðmerking. Tað vita tit er ósatt. Jacob boðaði bæði tær og Jan Lamhauge frá, at hann var sinnaður at úttala seg beinleiðis, og tað stendur framvegis við.
Vit vænta at frætta aftur frá tær.
Vinarliga
Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald