JN

Kunningaskriv frá P/F JANUAR, løggildum grannskoðanarvirki

...

2018-11-29 15:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

3. roknskapargreining fyri 20 tær størstu fyritøkurnar í Føroyum í tíðarskeiðnum 2013 ??? 2017, samanhildnar við tær størstu fyritøkurnar í Danmark, Noregi, Svøríki, Týsklandi og Onglandi

P/F JANUAR, løggilt grannskoðanarvirki, hevur gjørt eina roknskapargreining fyri 20 føroyskar vinnufyritøkur, sum hava størsta umsetningin. Tryggingarfeløgini og peningastovnarnir eru ikki við í greiningini, tí tær eru heldur ikki við í teimum útlendsku greiningunum, sum samanborið verður við.

Fyrsta greiningin, har umsetningurin verður viðgjørdur, varð løgd út tann 2. november.

Onnur greiningin, har vinningurin verður viðgjørdur varð løgd út tann 14. november.

Í dag er triðja greiningin, sum viðger íløgur og skuld løgd út. Her sæst m.a., at í árunum 2015 og 2016 øktust íløgurnar hjá føroysku feløgunum, men lækkaðu aftur í 2017. Tað er nøkulunda sama gongd, sum í Noregi, Svøríki, Týsklandi og Onglandi, meðan íløgurnar hjá donsku feløgunum øktust í 2017.

Nettoskuldin hjá føroysku feløgunum fylgir gongdini í íløgunum.

Greiningarnar verða lagdar út á heimasíðuna hjá P/F JANUAR, løggildum grannskoðanarvirki ??? www.januar.fo.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder