
Stutt kunning frá Pedagogfelagnum og stigtakarunum til innsavnanina av undirskriftum hjá starvsfólkunum á dagstovnaøkinum hjá Tórshavnar Kommunu.
Vit hava nú haft ???kaffi-prát??? við allar politiskar flokkar í TK, og vilja vit her royna at lýsa okkara tankar um tær avbjóðingar vit síggja, og hví vit ikki síggja eindarleiðslu sum eitt tilfeingi fyri dagstovnaøkið.
Vit hava upplivað, at tað eru nógvar misskiljingar í millum partarnar í hesum máli. Vit hava bjóðað til ???kaffi-prát??? fyri at royna at koma hesum misskiljingum til lívs.
Tað hevur ofta verið borið fram í fjølmiðlunum, at leiðarin á Barna- og ungdómsdeildini er einsamøll, og at einki er broytt í umsitingini í nógv ár. Vit vita, at tað er ikki so.
Myndin er kanska ikki rætt skipað eftir leiðsluástøði, men er gjørd fyri at lýsa hvussu nógv fólk longu eru í umsitingini á Barna- og ungdómsdeildini.
Vit viðurkenna, at leiðarin á hesi deild hevur ov nógv at gera. Tað kann gott vera, at tøvur er á, at okkurt fólk kemur avtrat, men vit undra okkum yvir, at tað ikki letur seg gera við at umskipa verandi starvsfólkahóp, heldur enn at skipa eindarleiðslu.
Vit hava ilt við at skilja, at øll hesi fólk sum longu eru har, pluss 4 til 6 eindarleiðarar eru tað sum skal til fyri at 37 dagstovnaleiðarar skulu kenna seg hoyrdan og sæddan.
Vit vita, at tað ber illa til, at 37 leiðarar bert hava ein leiðara at vísa til. Tó vildu vit mett, at dagstovnaleiðarar venda sær til tann í umsitingini hjá TK, sum best kann svara uppá spurningin, sum viðkomandi situr við, og hevur tískil tilvísing til alla umsitingina hjá kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald