
Leiðarin, Jákup Olaf Johannesarson, hevur tikið avgerð um, at siga seg úr starvi sum leiðari í Ungdómshúsinum, frá 01. apríl 2017 at rokna.
Kommunan hevur í hesum sambandi gjørt av at leggja virksemið í Ungdómshúsinum saman við tí í Frítíðarskúlanum, so Linda Heinadóttir, leiðari í frítíðarskúlanum nú eisini verður leiðari í Ungdómshúsinum.
Ungdómshúsið Loftið í Sandavági treingir til ávísar ábøtur.
Kommunan hevur tí valt at lata tað aftur í eina tíð, meðan húsið verður sett í stand.
Nýggj fyribils hølir:
Vit hava tosað við Vága Skot, sum heldur til í Miðvágs Skúla, og eru vit so heppin at sleppa at lána teirra hølir, inntil arbeiðið í ungdómshúsinum er liðugt. Vit halda, at Vága Skot verður eitt gott stað fyri tykkum ungu at koma í. Vit fara at gera okkara fyri, at tit skulu føla tykkum væl og trívast har.
Vit fara at hava opið í Vága Skot fyri ungdóminum í Vágum frá 7. fl. til og við 18 ár.
Arbeitt verður eisini við at gera eitt tilboð fyri børn frá 3. til 6. flokk. Tað tilboðið byrjar, tá
umvælingin í Ungdómshúsinum er liðug.
Upplatingartíðir:
Av tí, at umstøðurnar eru, sum tær eru, byrja vit við at hava opið hesar tíðir.
Í líka viku verður opið týskvøld frá kl. 18:30 til 22:00 og leygarkvøld frá kl. 18:30 til 24:00
Í ólíka viku verður opið hvørt týskvøld frá kl. 18:30 til 22:00 og hóskvøld frá kl. 18:30 til 22:00.
Fyrsta kvøld, vit lata upp, verður týskvøldið tann 4. apríl kl. 18:30.
Upplatingartíðirnar kunna broytast eftir ynski frá teimum ungu.
Virksemið:
Í Vága Skot er ein stór høll. Har til ber at hava diskotek o.a. Uppi á loftinum ber til at sita og hugna sær og práta, ella hyggja í sjónvarp. Har ber eisini til at baka, spæla playstation, borðspøl, borðtennis og annað.
Uttanfyri hølini hjá Vága Skot, eru eisini sera góðir møguleikar fyri virksemi. Hølini liggja nær við fótbóltsvøllin, skateboardbanan og viðarlundina.
Ungdómurin tikin við upp á ráð:
??tlanin er at taka tykkum ungu við uppá ráð. Tit skulu sleppa at hava ávirkan á innihaldið í Ungdómshúsinum.
Tá tað nærkast at Ungdómshúsið í Sandavági verður liðugt, skulu tit ungu vera við at seta tykkara dám á húsið. Tit sleppa at vera við í avgerðum um, hvussu veggir og annað skulu síggja út. Tit skulu føla, at hettar er tykkara hús. Vit ynskja at lurta eftir tykkum.
Vit vóna, at undirtøkan fyri hesum tilboðnum verður stór.
Eyðdis H. Niclasen, borgarstjóri og Linda Heinadóttir leiðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald