2021-06-03 10:27

SSL: Kl. 10:14 kom fráboðan um, at Hasfjord hevði borið við land í pollinum í Skopun.
Skipið liggur nú við bryggjukantin í Skopun og er tamarhald á støðuni.
Umborð eru 7 ferðafólk og 6 akfør. Eingin skaði er hendur á ferðafólk ella akfør.
Strandferðslan arbeiðir í løtuni við broytingum á leið 60 og 85.
Hasfjord siglir fyribils ikki meira í dag og ber ikki til at bíleggja pláss umborð.
Nærri kunning kemur seinni.
Dagført kl. 11:15, 3. juni 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald