![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Sum kunnugt sleit fóðurflakin Hellutangi hjá Hiddenfjord og fór á land á Víkum 5.apríl. Sum vit kunnaðu um í mai, so er ætlanin at tetta flakan omandeks, tøma sandin úr lastini, fylla flakan við luft og á tann hátt skapa nokk av uppdrift soleiðis at hann flotnar.Síðani er ætlanin at sleipa flakan inn í dokkina hjá MEST á Skála.
Víkar eru eitt kyrruvánt stað. Tískil er bert arbeiðandi á flakanum, tá ið bæði vindur og streymur eru úr suðri ella eystri. Sum flest fólk vita, so hevur tað verið nógv høgætt og vesturætt tað mesta av várinum og summarinum. Tískil hava vit ikki havt so nógva tíð á flakanum, sum vit høvdu vónað.
Tá ið tað er sagt, so hava vit tó verið á Víkum hvørja ferð tað hevur viðrað,og vit hava fingið nógv frá hondini. Vit hava tett allar 10 lúkurnar til fóðursiloirnar, hurðina, sum er millum stýrhús og last, útstoytshol og luftkanal. Vit hava eisini sveisað tær rivur, ið vóru í dekkinum.
Næsta stig í arbeiðinum er at styrkja dekkið, so at tað heldur til tað trýstið, ið kemur, tá ið vit fara at blása luft í lastina. Hetta arbeiðið skal gerast við at leggja 16 I-bjálkar tvørturum lastina. Hetta arbeiði byrjaði í vikuskiftinum, og higartil eru 6 teimum 16 bjálkunum monteraðir.
Tað er nógvur sandur í lastini. Arbeiði at pumpa sand úr lastini er eisini byrjað.
Tá ið tað seinasta arbeiði er gjørt við at tetta flakan omandeks, og allir I-bjálkarnir eru monterðir , er klárt at byrja at fylla luft í flakan, og á tann hátt skapa uppdrift.
??tlanin er at fylla eina ávísa nøgd av luft í lastina, eins og luft skal blásast í síðutangar í stýriborðssíðu og bakborðssíðu umframt at luft skal blásast í forpeak og afturpeak.
Alt arbeiðið verður gjørt sambært ráðgeving frá serfrøðingum, og sveisiarbeiði verður gjørt í samstarvi við MEST.
Hóast uppgávan er trupul, so hava vit eina vón um at tað fer at eydnast at flota flakan, og at sleipa hann av Víkum, áðrenn summarið er liðugt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald