2019-09-26 07:30

Luna fer at seta smolt út í smoltrørum tvørtur um Sørvágsfjørð í oktober mánaða.
??tlanin er at smoltbilarnir sleppa smoltið úr tangum á parkeringsplássinum í Bø saman við sjógvi, sum verður pumpaður úr fjøruni niðanfyri parkeringsplássið í Bø, ígjøgnum eitt 250 mm rør beinleiðis út til ringarnar.
Hetta verður gjørt í trimum umførum, fyrst í oktober, miðjan oktober og síðst í oktober. Hvørt umfar tekur um 3 dagar.
Rørið verður væl avmerkt.
Sørvágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald