2020-08-13 14:29

Nýggj kunngerð um skipsdagbøkur kemur í gildi í dag. Nýggja kunngerðin inniber m.a., at tað framyvir ikki verður krav at føra maskin- og radiodagbók. Kunngerðin loyvir samstundis, at skipsdagbókin verður førd talgilt, ið betur svarar til talgilda veruleikan í dag. Sjóvinnustýrið skal tó ikki góðkenna sjálva skipanina. Tað er sostatt ábyrgdin hjá reiðarínum, at tílík skipan livir upp til øll krøv.
Krøvini í kunngerðini eru neyvt ásett sambært IMO A.22/Res.916, ið nágreinar krøvini í SOLAS regulation V/28.
Sjóvinnustýrið, 1. juli 2020
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald