Vinna

Kubbarnir farnir í søguna

...

2015-04-23 21:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kubbarnir í undirsjóvartunlunum verða tiknir av, men avsláttarskipanin heldur áfram óbroytt.

 

Tunnilsfeløgini hava gjørt av at avtaka kubbarnar. Í staðin fyri at hava kubbar, sum hava skrásett tá koyrt er í tunlunum,  verða nummarspjøldrini avlisin og skráseta túrarnar. Avsláttarskipanin sum kundarnir hava, heldur áfram uttan broytingar.

 

Fráboðanarljósini í tunlunum ??? grønt og hvítt ??? lýsa ikki meira.

 

Nú ber eisini til at gjalda, við at skráseta fakturan í sjálvvirkandi gjaldskipanina (GS) hjá peningastovnunum.

 

Kubbar skulu burturbeinast á sama hátt sum battaríir.

 

Umráðandi at boða frá eigaraskifti

 

Eins og áður, er tað umráðandi at boða frá tá broytingar eru á haldinum, m.a. tá akfarið skiftir eigara við keyp ella sølu. Rokningar verða sendar til skrásetta eigaran av akfarinum.

 

Goymslugjaldið (depositum) er endurgoldið.

 

??ll, sum hava kubba, fingu í januar goymslugjaldið (depositum) góðskrivað á sítt verandi hald.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder