Politikkur

Kristin Michelsen BHS viðmerking 8. mars 2021

...

2021-03-08 11:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Góði Tvørafólk. 

Nú er aftur ósemja í býráðnum á Tvøroyri og umboðinifyri javnaðarflokkin birta sum so ofta fyrr, undirklandur og ófrið, og hava fragd av at seta Tvøroyri íringt ljós kring um alt landið. Hesaferð er tað so valiðav stýrisliminum til Bú og Heimatænastuni sumjavnaðarflokkurin kærur um, og vil hava kommunalaeftirlitið at geva teimum. Valið av stýrislimunum til búog heimatænastuna er annars fari fram á sama háttsum undanfarin ár, og á sama hátt sum verður gjørt íøðrum kommunum kring landi. 

Sýnist sum javnaðarumboðini í býráðnum á Tvøroyrieru meira upptikin av flísini í eygunum hjá øðrum, mensíggja ikki allar bjálkarnar í teirra egnu eygum. Teirraovurhonds stóri tørvur á at spjaða ringa umtalu av Tvøroyri á FaceBook, fyri at behaga tey somu 9fólkini, sum upp í saman tumla upp við tómum viðmerkingum tekur ongan enda. 

BHS samstarvið er grunda á løgtingslóg, sum ásetur at allar kommunurnar í Suðuroynni eruumboðaðar í BHS av teirra borgarstjóra, sum er føddur limur í stýrinum. Lógin ásetur, at ein avborgarstjórnum skal vera stýrisformaður. Og fyri at skapa javnvág millum vald og gjald, ásetur lógineisini at tær kommunurnar við fleiri enn 1000 íbúgvum (Vág og Tvøroyri) velja eitt umboð millumbýráðslimirnar í stýrið afturat borgarstjóranum. 

Stýrið fyri BHS er sostatt samansett av borgarstjóranum úr Sumba, Vági, Porkeri, Hov, Fámjin,Tvøroyri og Hvalba. Meðan Vágs og Tvøroyrar kommuna eisini vera umboðaðar av hesum einaliminum, sum stríði nú er um. Vanliga hevur hesin stýrislimurin verið formaðurin í Sosialu nevnd íávikavist Tvøroyri og Vági, og hevur saman við borgarstjóranum mynda stýrið í BHS. Men nú hevurjavnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri so kært hesa avgerðina, við kravi um atkommunalaeftirlitið gevur javnaðarflokkinum hetta umboði. 

Fatanin hjá kommunalaeftirlitinum til kæruna hjá javnaðarumboðunum er annars varpa kring umland og bý á FaceBook, áðrenn Tvøroyrar kommuna hevur fingið tíð til at lesa hesa. Kommunalaeftirlitið skrivar í niðurstøðuni at brævi er sent til Tvøroyrar kommunu og BHS, og at talan er umnavnleysa niðurstøðu, og er tí at meta sum trúnaðarskjal. Kortini verður innihaldið í brævinumdeilt á FaceBook av javnaðarmboðinum, stutt eftir at Tvøroyrar kommuna móttekur bræviðfríggjadag eftir arbeiðstíð. 

Kommunalaeftirlitið sigur seg hava eina fatan av at valið skal fara fram av nýggjum. Hetta erborgarstjórin ikki samdur um, og ynskir at kanna hesa fatanin hjá kommunalaeftirlitinum væl ogvirðiliga, áðrenn støða verður tikin til um valið av stýrislimum til BHS verður av nýggjum.Borgarstjórin meinar ikki at fatanin hjá kommunala eftirlitinum samsvarar við lógina og er í trá viðuppruna ætlanina um kommunalt samstarv um eldrarøkt. 

Kommunalaeftirlitið skrivar í grundgevingini at teirra fatan er, at sessurin hjá borgarstjóranumtelur við í býti av stýrislimum. Hetta er borgarstjórin ikki samdur um, grunda á, at henda áseting erikki staðfest í lógini um kommunalt samstarv um eldrarøkt. 

Borgarstjórin hevur tað fatan, at Tvøroyrar kommuna skal bert velja 1 fastan lim í stýrið fyri BHS.Lógini um samstarv á eldrarøkt staðfestur, at tær kommunur við fleiri enn 1000 íbúgvum velja 1umboð í stýrið afturat borgarstjóranum. Og hesin eini limurin verður tí valdur eftirmeirilutavalháttinum sambært §2 í kommunustýrislógini. 

Ásetingin at sessurin hjá borgarstjóranum telur við í býtið av stýrislimum er heldur ikki nevnd íkommunustýrislógini kap7 §35, tá kommunur velja limir í aðrar nevndir, sum í hesum førinum.Stýrislimurin í BHS verður valdur eftir Kap7, §35, sum ásetur at skal kommunustýrið velja eittumboð, fer valið fram eftir meirilutavalháttinum. 

Ásetingin um at sessurin hjá borgarstjóranum telur við í býti av nevndarlimum er einans beinleiðisásett í kommunustýrislógini kap 6, §28, tá føstu politisku nevndirnar vera valdar, eitt nú ífíggjarnevndina, teknisku nevnd, sosialu nevnd, mentanarnevndina. 

At lógin um eldraøkið kundi verið meira greið er borgarstjórin samdur um. Men borgarstjórin áTvøroyri góðtekur ikki uttan víðari, at Tvøroyrar kommuna, sum tann størsta kommunan í BHSsamstarvinum ikki verður umboðað í stýrinum samsvarandi vald og gjald. 

Raksturin av BHS er omanfyri 60 milliónir um ári, og parturin hjá Tvøroyrar kommuna er 21milliónir krónur. Tað gevur onga meining at Tvøroyrar býráð er umboða í BHS stýrinum avbýráðslimi, sum ikki tekur undir við býráðssamtyktum, og ikki fylgir viljan hjá býráðnum, tá útvið1/3 av fíggjarætlanini hjá Tvøroyrar kommunu fer til raksturin av BHS. Henda játtan skal brúkastvið skili, og koma eldrarøktini og samstarvinum til góðar, sambart viljan, vald og gjald, hjáTvøroyrar býráð. 

Tá samstarvið um eldrarøkt bleiv lagt út til kommunurnar at umsita 1 januar 2015 var ætlanin, atjavnvág skuldi vera millum vald og gjald. Tí var ásett í lógini, at tær størru kommunurnar, við fleirienn 1000 íbúgvum skulu vera sterkari umboðaðar í stýrinum enn tær smáu. 

Henda fatanin hjá kommunalaeftirlitinum gongur beint ímóti hesari grundætlan og viðførur, atstørri kommunurnar nú ístaðin missa teirra styrk í stýrinum, tá 1 limur ikki umboðar býráðsviljan,men gongur ímóti ynskjum og samtyktum hjá býráðnum, sum viðkomandi annars umboðar. 

Kristin Michelsen, Borgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder