JN

Kringvarpið óheft?

...

2017-04-06 08:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í síðstu viku avdúkaði Sjúrður Skaale fyri okkum, hvussu ódámligar metodur Kringvarp Føroya hevur brúkt fyri at niðurgera og karaktermyrða fólk við tí endamáli at koma fram til síni frammanundan ætlaðu úrslit.

Hetta er óhugnaligt ??? men tað merkiliga er, at tú verður als ikki kløkkur av hesum, tí hetta er jú fatanin, sum tú hevur gingið við í fleiri ár ??? eisini av egnum royndum.

Vit minnast øll ta ósakligu og harðrendu jagstran, KvF undir seinastu samgongu førdi móti táverandi løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, og Jørgen Niclasen, sum tá var landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Vit minnast metodurnar, hvussu Kvf í tíðindasending eftir tíðindasending umaftur og umaftur og umaftur og umaftur spældi úttalilsi hjá táverandi løgmanni fyri at misteinkiliggera hann, og vit minnast sendingarnar um Jørgen, har ljóð-effektir og myndasamansetingar gjørdu alt til ein óhugnaligan krimileik. Upp á sama máta fóru teir eftir Heðini Mortensen, sum tá var borgarstjóri í Havn.

Og hvat var endamálið? Var tað annað enn at føra politikk og at karaktermyrða hesar persónar?

??? Ein annar máti at manipulera og føra politikk uppá, er at tiga mál burtur. Tað ger Kringvarpið eisini, og tað er minst líka ósakligt og álvarsamt!

Eg skal bara nevna viðgerðina ??? ella rættari sagt ???ikki viðgerðina??? av hjúnabandslógini.

Hetta, at devaluera hjúnabandið og gera tað kynsneutralt er álvarsligasta mál, sum nakrantíð er viðgjørt í Føroyum.

Men hvat hevur kringvarpið gjørt burtur úr tí? Hvar bleiv málið av? Og hvussu nógv hava vit hoyrt í kringvarpinum um tað, síðani tey saman við øðrum ???feiraðu??? samtyktina 29. apríl í fjør? Tað mátti tó havt áhuga í einum so kontroversiellum máli at sagt Føroya fólki frá, hvar málið bleiv av, og hvat hendir við málinum, og hví einki hoyrdist um tað aftur.

Sjálvur havi eg aftur og aftur reist spurningar í Løgtinginum um málið og undrast á ta løgnu framferðina hjá landsstýrinum í hesum máli. Men mínir relevantu spurningar hava verið tagdir burtur av Kringvarpi Føroya.

Nú í apríl er eitt ár farið, síðan løgtingið við teprum meiriluta á ivasaman hátt samtykti eitt illa frágingið ríkislógartilmæli um at fáa danir at broyta hjúnabandslógina, soleiðis at tveir menn ella tvær kvinnur eisini skulu sleppa at giftast og vera hjún!

Men trupulleikar vóru av einum stykki í eini aðrari grein (§14, stk. 2) í hjúnabandslógini um signing av borgarliga giftum í kirkjuni, sum av tekniskum grundum ikki kundi broytast beinanvegin. Tí varð í ígildiskomugreinina sett, at lógin ikki kom í gildi, fyrrenn hetta stykki annaðhvørt var strikað ella broytt. Hetta bleiv gjørt fyri at fáa nóg nógv at samtykkja uppskotið, tí tað er hóast alt enn ein meiriluti, sum ikki vil hava hetta inn í kirkjurnar!

Málið varð síðani sent til Danmarkar, tí tað eru danir, sum skulu seta tað í gildi. Fyrsta reaktiónin hjá dønum um sjálvt málið var, at hetta livdi ikki upp til teir standardir, sum skulu til í einum slíkum máli, og tí mæltu teir til at broyta tað og fáa tað aftur í Løgtingið. Løgmaður og Sirið Stenberg, sum áður hava bedýrað, at hetta ikki var eitt samgongumál, løgdu nú trýst á danir og fingu teir at ganga við til, at skeivleikarnar kundi mann ordna seinni. Hava vit hoyrt nakað um hetta í kringvarpinum?!

Og so er tað henda ólukku §14, stk. 2. Tað heilt løgna og ódámliga er, at fyri minni enn einum ári síðani var hetta stk. 2 í §14 danskt málsøki ??? tað hava bæði løgmaður (26.03.16) og Sirið Stenberg (25.05.16) greitt løgtinginum frá, men fyri stuttum hevur løgmaður (hokus-pokus) lýst hetta at vera føroyskt málsøki, hóast Løgtingið ongantíð hevur yvirtikið tað. ??? Hevur kringvarpið havt nakran áhuga í hesum prinsipiella stjórnarskipanarliga máli?!

Og so hevur, sum tað sær út, sjálvur løgmaður álagt landsstýriskvinnuni í kirkjumálum, Rigmor Dam, at bera eitt mál í tingið, sum eftir øllum at døma upprunaliga er framleitt á løgmansskrivstovuni, har tey nú lóggeva inni á tí kirkjuliga økinum ímóti kirkjunnar vilja.

Alt baklandið hjá kirkjuni hevur í hoyringarskrivi sagt, at tey ikki kunnu viðmæla hesum uppskotinum. Men sjálvur ???kirkjuministarin??? í Føroyum fer nú ímóti vilja kirkjunnar beinleiðis inn og mælir til at taka ein lógartryggjaðan verjugarð rundan um kirkjuna burtur, soleiðis at tað nú bara skal eitt ritual til, at tvey av sama kyni kunnu verða signað í kirkjuni.

Hetta er eitt sera prinsipielt og óhoyrt stig, sum samgongan við Føroya løgmanni og Rigmor Dam á odda nú ætla at fáa Løgtingið at taka ??? eitt stig, sum gongur beint ímóti aldargomlum siðvenjum og øllum teimum avtalum, sum flokkarnir á Løgtingi hava gjørt í sambandi við kirkjuna ??? ikki minst tá ið arbeitt varð við at yvirtaka kirkjuna.

Men hevur Kringvarp Føroya viðgjørt henda háaktuella og prinsipiella spurningin og tær avleiðingar, sum hetta kann fáa fyri framtíðina hjá kirkjuni? Nei, als ikki!

??? Næstseinasta mikudag vóru munnligir fyrispurningar í Løgtinginum, og teir vóru bara seks í tali. Tveir av teimum átti eg sjálvur, og teir fingu heilt nógva umtalu í tinginum tann dagin. Báðir spurningarnir vóru um hjúnabandslógina, annar til løgmann um yvirtøkuna, sum eg havi lýst omanfyri, og hin var til Rigmor Dam um hetta at lóggeva inn í kirkjuna beint ímóti kirkjunnar vilja.

Satt at siga hevði eg eina lítla vón um, at kringvarpið fór at taka spurningarnar upp ella í minsta lagi at endurgeva teir, sum tey gjørdu við fleiri aðrar av spurningunum tann dagin. Men har var deyðatøgn! Ikki eitt orð, hóast eg eisini sendi teimum spurningin til Rigmor Dam í telduposti.

Spurningurin hjá mær er, hví! Hví tegir kringvarpið hetta burtur ??? spurningar, sum eru so grundleggjandi og prinsipiellir?

Kann tað vera so galið, at tey tilvitað royna at tiga hetta politiskt korrekta málið burtur, so tað ikki skal blíva so nógv umtalað, nú tað aftur verður vigjørt á tingi? Fyrsta viðgerð verður jú hósdagin, 6. apríl.

Eg havi so mangan upplivað, hvussu selektivt kringvarpið er ??? t.d. hvussu nógv og positivt rúm annar parturin í hjúnabandskjakinum hevur fingið ??? meðan onnur, sum hava verið í hinum partinum og kanska hava roynt at talað at, hava verið ignorerað, ja, og láturliggjørd!

Eg haldi, at tað er ræðandi og ófrættakent, at Kringvarp Føroya, sum sambært lóg skal leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi og sakliga og óhefta upplýsing, skal bera seg soleiðis at.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder