Politikkur

Kravgonga fyri fólkaræði og føroyskar loysnir.

...

2021-07-20 22:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit krevja fólkaræði og føroyskar loysnir

Í februar í ár var politisk avtala gjørd í danska fólkatinginum á Christiansborg um at játta 1,5 milliard til hernaðarmál í arktiska økinum, sum Føroyar og Grønland eru partur av. Av hesum 1500 milliónunum skulu eftir ætlan 390 milliónir setast av til, at danska stjórnin kann seta, ein lofteftirlitsradara uppi á Sornfelli.

Danska stjórnin hevur sett seg í samband við landsstýrið um ætlanirnar, og nú eru landsstýrið og danska stjórnin farin undir samráðingar.
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, hevur sagt, at hann væntar at hava eitt uppskot í heyst.

Tað, sum higartil stendur rættiliga greitt, er, at landsstýrið er jaligt, um at játta donsku stjórnini at seta ein hernaðarradara upp í Føroyum, sum fer at hoyra undir danska verjumálaráðnum og verður mannaður av donskum teknikarum.

Landsstýrið hevur sagt, at tað er ikki fólkavalda Løgtingið, men landsstýrið, sum gera av, hvørt ein slíkur radari skal setast upp í Føroyum.

Tískil verður ongin atkvøðugreiðsla um radaran í Løgtinginum, men landsstýrismaðyrin í Uttanríkismálum og løgmaður fara at taka avgerðina í felag.

Vit halda, at radaramálið er so týdningarmikið, at vit krevja, at øll uppskot um ein lofteftirlitsradara í Føroyum skulu fáa tingviðgerð, og skal atkvøðugreiðslan vera í Løgtinginum.

Ein so týdningarmikil avgerð kann ikki takast bara av einum landsstýrismanni.

Hetta er ein spurningur um at varðveita tað føroyska fólkaræðið, og tá ið talan er um at lata uttanríkis- og trygdarpolitiskt vald frá sær, má tað sum minsta krav leggjast fyri okkara umboðandi Løgting at taka støðu til.

Harnæst eru vit av tí greiðu fatan, at um ein lofteftirlitsradari skal setast upp í Føroyum, skal hann vera undir føroyskum ræði og mannast av føroyingum. Soleiðis fáa føroyingar ávirkan á menningina á økinum og valdið at troyta teir møguleikar, ið ein lofteftirlitsradari gevur, at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum og fáa í lag samstarv við okkara grannalond.

Røðarar til tiltakið verða:

Erling Mørkøre (HUXA Fólkafloksungdómur)

Sámal Petur í Grund

??ssur Patursson

Aftaná røðarnar verður orðið frítt.

Vegna fyriskipararnar

??ssur Patursson
Bjarni Kárason Petersen
Unga Tjóðveldið
HUXA
Framsøkin Ung
Sosialistisk Ung

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder