Portal.fo skrivar: Føroyar hava fingið viðhald frá Landsgrundsnevndini hjá ST í kravinum um 88.000 ferkilometrar av landgrunni norðanfyri Føroyar, sum er uttanfyri 200 fjórðingamarkið.
Tað boðaði løgmaður frá fyri lítlari løtu síðan á tíðindafundi.
- Hetta er størsta hending síðani 1977, tá sjómarkið varð flutt út á 200 fjórðingar, segði Kaj Leo Holm Johannesen tíðindafundinum.
Tað eru fimm ár síðani, at Føroyar settur fram krav um økið norðanfyri Føroyar. Føroyar hava fingið fult viðhald í sínum krøvum.
Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi hjá landsstýrinum, sigur avgerðin hjá landsgrunsnevndini gevur Føroyum rættindi til at útvinna náttúrutilfeingi bæði á havbotninum og í undirgrundini.
- Tað er eitt vala arbeiði, ið fyrst verkætlanarbólkurin, ið fyrireikaði kravið og síðani sendinevndin, sum hevur vart okkara krav í New York, hava gjørt. Talan er um eitt stórt økið, sum er meira enn 60 ferðir víddina hjá føroyska landøkinum. Nýggja landgrunsøkið letur vónandi upp fyri nýggjum vinnuligum møguleikum, sum okkara komandi ættarlið vónandi fara at kunna fáa ágóðan av, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður
Ísland, Noreg og Føroyar býta økið ímillum sín
Ísland og Noreg hava umskarandi landgrunskrøv á sama øki, sum Føroyar hava fingið tillutað. Í 2006 varð trýparta semja gjørd millum Føroyar, Ísland og Noreg um býtið í hesum umskarandi øki. Sambært semjuni fáa Føroyar tillutaðar í minsta lagi 27.000 ferkilometrar av landgrunninum. Henda semja treytar kortini undirtøku frá landgrunsnevndini hjá ST til tey trý krøvini.
Við hesum seinasta tilmælinum hava í fyrstu atløgu Noreg í 2009, og nú Føroyar fingið staðfest síni rættindi. Væntað fær Ísland síni viðmæli seinni í ár. Við hesum verður grundarlag fyri, at trýpartasemjan kann staðfestast. Síðani kunnu londini formliga útinna síni løgdømi á hvør sínum landgrunsøki. Tá verður loksins komið á mál við hesum drúgva og týdningarmikla arbeiði.
Fyrireikingarnar í sambandi við føroyska landgrunskravið fór av álvara í gongd í 2003, og í 2009 varð kravið latið til aðalskrivaran hjá ST. Á sumri í 2012 varð ein undirnevnd sett á stovn at viðgera krav Føroya. Ein sendinevnd, við føroyskum formansskapi, hevur javnan verið í New York seinasta árið fyri at svara spurningum og hildið framløgur fyri landgrunsnevndini hjá ST.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald