Vinna

Krabbafiskiskapurin í Smoguni ein marra hjá rækjuskipunum

...

2015-05-11 13:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Niklái Petersen skipari á Arctic Viking:

Vit eru á rækjuveiðu í Hopendýpinum í løtuni, ikki tað stóra fiskaríi ??? eitt lítið narl.

Viðv. Krabbafiskarínum í Smoguni millum 74 og gott 76 í breidd, er tað blivið mestsum ein marra hjá rækjuskipunum. Krabbaskipini eru fleiri í tali og hava ringt krabbateinar niður allastaðni, har vit plagdu fiska rækjur. Faktis er Smogan blivin eitt ???minufelt??? at fiska í, hettar var ikki so fyri bert 2-3 árum síðani. Strekkini eru long við fleiri hundra rúsum í hvørjum strekkinum. Vit hava varhugan av, at nógvur reiðskapur stendur í sjónum, sum eingin eigur ella hevur ábyrgd av.

Rækjuskipini fáa nógva gamlar rustaðar rúsur upp, og trossar liggja og flóta í sjónum til ampa fyri skip og manningar.

Hettar er ísfarvatn, ísurin kann koma heilt suður 74.00 N, t.v.s. at tað sum stendur verður tikið av ísinum og slitið sundur um veturin.

Vit vóru eitt legg í Smoguni fyrr í vikuni, men har var faktis ikki roynandi fyri krabbarúsum, sjálvt um vit fingu positiónirnar uppgivnar, hvar teir høvdu sett. Togaðu vit uttanum hesar uppgivnu positiónir, so hekk nýggjur reiðskapur á kortini, vit valdu tí at gevast har fyribils - og komu vesturaftur í Hopendýpið at royna.

??ll rækjuskipini siga tað sama, so í løtuni eru mestsum ongi rækjuskip í Smoguni.

Rímuligt hava krabbaskipini rætt at dríva fiskarí - sum øll onnur, men hettar tykist okkum ovboðið, tað má kunna verða pláss fyri báðum pørtum. Sum nú er, verða rækjuskipini trokaði burtur av krabbaskipunum.

Tykist sum hesin fiskiskapur er illa skipaður, nógvur reiðskapur stendur í sjónum, meðan skipini eru inni, so veit man ikki hvat og hvussu, um man kastar. Manningar á hesum skipum tosa ikki væl enskt, so samskiftið við hesar verður hareftir.

Hettar eru avgjørt viðurskiftir, sum burdu verið tikin upp av avvarandi mynduleikum, hettar kann als ikki halda fram á hendan hátt, sigur Niklái Petersen at enda við JN.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder