2021-05-20 15:22

Fyri løtu síðan kom skaði á rulluportrið á Hálsi í Sandavági, eitt av rørunum, ið liggja tvørtur um vegin brotnaði og fór í fleiri pettir.
Bilførarin á tí eina bilinum var so umhugsin, at hann setti bilin á rulluportrið fyri at forða fyri at skaði skuldi standast av hesum - hann boðaði eisini LV frá.
Tí verður heitt á bilførarar um at koyra varliga um Hálsin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald