
Koppur & Kanna hjá Idé Møblum hevur fingið stóran heiður. Besti búnýtishandil í danskakongaríkinum
Fyri 6 árum síðan bleiv Koppur & Kanna ein partur av handlinum hjá Idé Møblum í Tórshavn,og hevur handilin øll hesi árini verið ein ímynd av góðsku og góðari tænastu. 6 ferðir á raðhevur Idé Møblar vunnið heiðurin sum Ársins Handil, valdur av viðskiftafólkunum, og 2 ferðirá rað hevur Koppur & Kanna vunnið Kop & Kande Leauge, sum er ein innanhýsis kappingímillum allar 100 Kop & Kande handlarnar í Danmark, Grønnlandi, Íslandi og Føroyum. Atnáa slík mál er ikki ein løtt uppgáva, men tað er hegni og ágrýtni, sum kann fáa slíkt ateydnast. Nú hevur Koppur & Kanna hjá Idé Møblum vunnið enn ein heiður, tá handilingjørdist ársins býtishandil í danska kongaríkinum. Ímillum allar Kop & Kande handlarnar, vartað handilin í Tórshavn, sum hevði tað, sum skuldi til, fyri at vinna hendan heiður.
Elsebeth og Birgir Andreasen, sum eiga og reka handilin, siga, at kravið til hendan heiður erikki nakað, sum kemur av sær sjálvum. Tað verður allatíðina stremba eftir at gera tinginibetur, og hetta kann bert gerast saman við teimum fantastisku starvsfólkunum, sum soótroyttandi bjóða eina tænastu, sum er í hásæti, og so sjálvandi tey sera týdningarmikluviðskiftafólkini, sum so trúføst vitja handilin.
Gleðin er sjálvandi stór at vinna slíkan heiður, tí hetta vísir eisini, at vit í Føroyum eru seradugnalig til handilsskap og skapa gott umdømi fyri Føroyar í Danmark og aðrastaðni.
Vit eru sera takksom fyri heiðurin og vilja takka øllum okkara starvsfólkum fyri teirra megnarískoyti, og takka øllum viðskiftafólkum, sum so trúføst vitja handilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald