JN

Koppseta á Norðoya apotek millum jól og nýggjár

...

2021-12-17 18:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Frameftir verður koppsetingin í Klaksvík á Norðoya apotek. Avtala er gjørd við apotekið um at taka sær av koronukoppsetingin frá 28. desember.

Í skjótt eitt ár hevur verið koppsett á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Starvsfólkini á sjúkrahúsinum hava gjørt slakar 20.000 koppsetingar síðani serlæknin Poul Verner fekk fyrsta prikið tann 30. desember 2020.

Nú er avtala gjørd við Apoteksverkið um, at koppsetingarnar í Klaksvík frameftir verður á Norðoya apoteki, sum liggur á Klaksvíksvegi. Fyrstu koppsetingarnar verða á apotekinum tann 28. desember.

Undirvísing í koppseting fyri starvsfólk í Apoteksverkinum verður í vikuskiftinum. Starvsfólk á Norðoya apotek verða eisini hjástødd, tá ið seinasta koronukoppsetingin á hesum sinnið verður á Klaksvíkar sjúkrahúsi mikudagin tann 22. desember.

Fólk skulu enn sum áður bíleggja tíð á koronu.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder