JN

Kópakonan aftur í Mikladali - myndir

...

2014-08-02 01:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað var ein sonn fragd fyri eygað at síggja, tá Bjørn Kalsø, landsstýrismaður dróg klæði av "Kópakonuni". Handan klæðið stóð tann flotta og snøgga kópakonan. Væl úr hondum greitt av Hans Paula Olsen.

Tað vóru eini 2.000 fólk við til hátíðardagin í Mikladali í dag. Væl fyrireikað við bussum, sum koyrdu millum Syðradal og Mikladal.

Løtan byrjaði við, at Ingibjørg Hansen sang har Rani Nolsøe spældi undir., Síðan helt landsstýrismaðurin Bjørn Kalsø røðu og avdúkaði standmyndina. Vegna Sjómannadagin handaði Oliver Joensen standmyndina til Klaksvíkar býráð, Jógvan Skorheim borgarstjóri tók ímóti og helt røðu. Eivør Pálsdóttir sang og Maiken Hansen hevði ljóðleikin Kópakonan. Klaksvíkar Dansifelag kvað part av kópakvæðnum, Klaksvíkar Sjónleikarafelag vísti leikin um Kópakonuna, Aftaná var súpan at fáa á staðnum.

Ein ógloymandi løta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder