Søgnin um Kópakonuna sigur, at kóparnir komu upp á helluna í Mikladali, lótu seg úr haminum og fóru at dansa trettandakvøld. Og tað var eina slíka nátt, at bóndin á Sunnanágarði tók hamin hjá vakrastu gentuni í dansiringinum, so hon í lýsingini ikki slapp aftur í havið saman við hinum kópunum.
Hamin læsti bóndin í eini kistu og gifti seg við Kópakonuni.
Nú røkist aftur fyri, at Kópakonan verður at síggja á helluni norðuri í Mikladali. Hesaferð kemur hon á land á hásumri, gjørd úr bronsu av dugnaliga listamanninum Hans Paula Olsen, sum eisini hevur røtur úr Kalsoynni. Sjálvur eri eg so heppin, at eg havi sæð myndil av standmyndini í fullari stødd. Og sigast má, at útlitini til, at Kópakonan fer at taka seg væl út í stórslignu náttúruni undir bakkanum í Mikladali eru góð. Tí standmyndin er sera flott!
Tað eru fyrireikarirnir handan Sjómannadagin, sum fyri fýra árum síðan fóru undir fyrireikingarnar at reisa standmynd av Kópakonuni, og eru tað serliga Oliver Joensen, ??lavur Samson og Olivur Thomsen, sum við hegni, treiskni og við góðum stuðli frá vinnu, myndugleikum og øðrum í lokaløkinum, hava staðið fyri verkætlanini, og má tað sigast at vera eitt bragd, at komið er so væl áleiðis, nú standmyndin verður reist og avdúkað í summar.
Søgnin um Kópakonuna hevur ikki einans ljósar síður, og tí kann onkur møguliga undrast á, at standmyndin nú verður reist. Men søgu og sagnir okkara eiga vit ikki at fjala ella gloyma! Tær eru partur av okkara mentanararvi, ið við eini ætlan sum hesari, kunnu ríka gerandisdagin bæði hjá lokala fólkinum og ikki minst teimum ferðandi, sum koma uttanífrá í oynna.
Mong liva í dag í býum fjart frá náttúruni. Hesin liviháttur hevur ført við sær ein longsul eftir upplivingum fjart frá stressandi býarlívinum og nærri náttúrini. Av somu orsøk síggjast alt fleiri ferðandi í oyggjasamfeløgum sum okkara. Og tað er lítið at taka seg aftur í, at ein túrur í Kalsoynna í vøkru og stórslignu náttúruna, er stór uppliving hjá ferðandi, bæði hiðani úr landinum og fremmandafólki úr øðrum londum. Eitt er vist! Standmyndin av Kópakonuni í Mikladali kann bara fara at gera túrin og upplivingina hjá ferðandi enn betur.
Ferðasambandið í Kalsoynna batnaði munandi, tá ferjulegan á Syðradali varð tikin í nýtslu og Sam fór at røkja siglingina í oynna. Síðan tá er talið av ferðandi økt munandi, og nakað av ferðavinnuvirksemi hevur tikið seg upp í oynni.
Verkætlanin við Kópakonuni hóskar tí væl á staðnum, og fer sum frá líður uttan iva at hava við sær, at ferðavinnan verður ment oynni og landinum at frama. Her vera góðir møguleikar hjá ferðandi eina tiltrongda fríløtu at kasta gerandishamin og fylla ???upplivingarkistuna??? við nýggjum spennandi upplivingum, tá tey koma í oynna.
Eg gleði meg til at vera við til hátíðarhaldið tann 1. august norðuri í Mikladali, tá standmyndin av Kópakonuni verður avdúkað.
Tað røkist fyri, at dagurin verður væl skipaður - og øll eru vælkomin í oynna - so vónandi verða vit mong til hátíðarløtuna.
Fari at enda at takka fyrireikarunum fyri hetta megnar tiltak og framhaldandi góða eydnu.
Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður í mentamálum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald