JN

Kontugjald skal fíggja KT-útreiðslur til kontuumsiting

...

2014-01-31 17:42 Author image
placeholder

Kundar, ið savna síni fíggjarviðurskifti í BankNordik, sleppa tó undan at gjalda kontugjald.

BankNordik hevur seinasta árið betrað tilboðini til kundar bankans munandi. M.a. hevur fyrimunaskipanin Nordik360 givið kundum ágóðan av lagaligari rentum og fleiri ókeypis tænastum. Í fjør lækkaði bústaðarrentan við nærum tveimum prosentstigum, og harafturat lækkaðu tryggingargjøldini hjá Trygd við tjúgu prosentum.

Um bankin framhaldandi skal kunna veita kundunum góð tilboð, er tað ein fyritreyt, at allir kundar gjalda sín part av teimum útreiðslum, ið eru knýttar at umsiting av bankakontum og øðrum tænastum. Bankin hevur t.d. høgar KT-útreiðslur í hesum sambandi, og tí verður eitt avmarkað mánaðarligt kontugjald nú ásett. Kontugjaldið kemur í gildi tann 1. august.

Tað loysir seg at savna síni fíggjarviðurskifti í bankanum

Allir kundar í fyrimunaskipanum bankans (m.a. Nordik360), kundar undir 18 ár og kundar, ið eru føddir áðrenn 1945, eru tó undantiknir kontugjaldinum. Harafturat sleppa øll, hvørs samlaðu fíggjarviðurskifti við bankan eru omanfyri kr. 100.000, undan at gjalda kontugjald.

???Vit áseta nýggja kontugjaldið, av tí at tað er neyðugt, at kundar gjalda fyri tað, sum tænasturnar kosta. Hetta er vanligt í øðrum londum, har gjøldini eisini vanliga eru hægri. Eitt nú er kontugjaldið fyri føroyska partin av bankanum 20 kr., meðan gjaldið í Danmark er 30 kr.???, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.

Kontugjaldið er hitt sama fyri allar kundar uttan mun til, hvussu nógvar kontur kundarnir hava í bankanum. Tað merkir, at eingin kundi fer at rinda meiri enn 20 kr. í kontugjaldi um mánaðin, tað skrivar bankin á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder