2014-06-18 21:04
Sunnudagin 29.6. kl. 18.00,verður konsert í Vestmanna kirkju við Vestmanna kirkjukóri.
Konsertin er fyriskipað í sambandi við, at umleið 50 íslendskir húsvognaeigarar koma til Vestmanna at vitja, við
Hlif á odda. Hlif er umsjónarfólk í skúlanum í Kópavogi, har Vestmanna kirkjukór plagar at gista í samband við konsertferðir til
Íslands. Samstundis er hetta ein royndarkonsert við summarskránni hjá Vestmanna kirkjukóri, sum í juli mánaða fer enn eina
konsertferð til Íslands.
Á skránni eru føroyskir og norðurlendskir sangir, sum kórið undir leiðslu av Erlu Olsen, fer at syngja, Heðin Kambsdal hevur klaverfylgispælið.
Harafturat verða upplestur og felagssangur á skránni.
??ll eru hjartaliga vælkomin.
Vestmanna kirkjukór og prestarnir í Norðustreymoy.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald