2013-11-25 21:04
?? samband við at Musikkskúlin í Vágum fer at senda næmingar upp til roynd í tónleiki, verður ein undankonserthildin komandi í kvøld 25. nov. kl. 19.
Royndarskipanin ið næmingarnir fara upp í er tann heimsumfatandi The Associated Board of the Royal Schools of Music.
Eisini kemur gestasolistur at luttaka á konsertini og verður tað Maria Wang Reinert úr Kaldbak ið kemur at spæla á trombone.
At spæla undir á klaver verður tað Birgitte Schnakenburg.
Konsertin verður í Miðvágs Kirkju kl 19.00 har ið næmingar úr Musikkskúlanum í Vágum koma at luttaka.
Leiðarin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald