JN

Kommunustjóri til Vága kommunu

...

2018-10-12 13:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vága kommuna søkir eftir kommunustjóra at byrja í starvi 1. januar í 2019, ella skjótastgjørligt. Vit geva okkum stundir at bíða eftir tí rætta.  

Starvið:

Starvið sum kommunustjóri er tvíbýtt. Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjákommunustýrinum og borgarstjóranum og ovasti umsitingarleiðari hjá kommununi beintundir borgarstjóranum. 

Vága kommuna væntar, at kommunustjórin er virkin og framsøkin í arbeiðinum at mennakommununa. Hetta setir kommunustjóranum serlig krøv um at stuðla býráðnum í at setadagsskránna og megna at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi viðborgarar og vinnulív í kommununi. 

Starvið er tænastumannalíknandi og er flokkað sambært 36. lønarflokki ítænastumannasáttmálanum, tó uttan at vera tænastumannastarv. Lønin er áljóðandi kr.46.291,68 um mánaðin umframt 15% í eftirløn. Starvið verður sett frá 1. januar 2019 ella eftirnærri avtalu. 

Uppgávurnar hjá kommunustjóranum eru:

At vara av fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu stýringini í Vága kommunu, herundir eisini: 

- At vera skrivari hjá býráðnum og tryggja góðar, løgliga og fyrisitingarliga tryggar karmarum politiska arbeiðið 

- At tryggja, at fyrisitingin veitir politisku skipanini hóskandi, fakliga dygga og rættaráðgeving, og at mál verða avgreidd, tá avgerðir eru tiknar 

- At seta í verk nýggja lóggávu, politisk mál og politiskar avgerðir 

- At tryggja gott samskifti við borgarar, vinnulív og viðskiftafólk 

- At tryggja og menna dagligu arbeiðsgongdirnar í fyrisitingini 

- At umboða kommununa á professionellan og siðiligan hátt 


Umskøjarin: 

Hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella samanlagt samsvarandi útbúgvingarstøði ogroyndir. Harumframt skal umsøkjarin: 

- Hava kunnleika til og royndir frá fyrisiting, leiðslu og fíggjarstýring í almennum stovniella privatum virki 

- Hava kunnleika til almenna umsiting, og kunnleiki til kommunal viðurskifti er einfyrimunur 

- Hava góð evni at samskifta og málbera seg 

- Vera siðilig/-ur og vísa øðrum álit og virðing 

- Vera fleksibul og hava góð samstarvsevni 

- Hava góð evni at meta um støður, og góð analytisk evni 

- Politiskt tev er eitt krav, og royndir frá arbeiði í politiskum umhvørvi ein fyrimunur. 

Samband og umsókn: 

Fleiri og greiniligari upplýsingar um starvið eru at finna í starvsprofilinum á heimasíðuni hjáVága kommunu: www.vaga.fo. 

Áhugað, ið ynskja at frætta nærri um starvið, eru eisini vælkomin at venda sær til EyðdisHartmann Niclasen, borgarstjóra á tlf. 794410 ella umvegis [email protected]

Umsóknir við cv, viðmælum, revisváttan v.m. skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagimánadagin 5. november 2018 kl. 12.00 og skulu sendast til 

Vága kommuna 

Hammersheimbsvegur 1 

360 Sandavágur 

ella á teldupost [email protected]

Merk umsóknina: Kommunustjóri. 


Um kommununa: 

Vága kommuna er ein virkisfús kommuna í í framgongd. Fíggjarætlanin fyri 2019javnvigar við umleið 90 milliónum krónum um árið. 

Vága býráð hevur 11 limir. Politiska arbeiðið er skipað í hesa nevndir: Fíggjarnevnd,tekniska nevnd, menturnar- og trivnaðarnevnd og vinnu- og havnanevnd. 

Í kommununi starvast 160 fólk í ymiskum stovnum hjá kommununi. Fyrisitingin hjáVága kommunu heldur til í hølum á Hammersheimbsvegi 1 í Sandavági. Fyrisitingin erskipað í tekniska deild, fíggjardeild, námsfrøðiliga ráðgeving og móttøku. Í fyrisitinginistarvast 8 fólk umframt borgarstjóran.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder