JN

Kommunuskatturin eigur at lækka í Runavíkar kommunu

...

2019-11-28 10:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í kvøld fer Runavíkar kommuna at viðgera fíggjarætlanina fyri komandi ár.

Í uppskotinum er lítið og onki avsett til miðbýarætlan og innkomuveg. Borgarstjórin átti tí at vera glaður um, at landskassin ikki setur pengar av til endamálið. TAÐ hevði ikki sæð gott út, um landskassin setti pengar av og vit í Runavíkar kommunu onki seta av á fíggjarlógini.Vit hava hægsta skattaprosentið i landinum. Hetta áttu vit at lækka minst 1%. Í Tórshavnar kommunu er skattaprosentið 3% lægri enn í Runavíkar kommunu. Saman við tunnilsgjaldi verður munurin at keypa hús í Tórshavnar kommunu og at byggja hús í Runavíkar kommunu lítil og ongin. Leggja vit sparda tíð til ferðing afturat, so loysir tað seg betur at búseta seg í Havn. Tað kann ikki vera rætt.Pengar eru avsettir til viðlíkahald av skúlanum (brúktur til vøggustovu og venjingarhøli) í Søldafirði. Har lekur illa. Støðan bara versnar og umvælingarnar verða dýrari. Men enn er arbeiðið ikki farið í gongd, og pengarnir fluttir til komandi ár. Tað er at spara eftir reyv.Havandi í huga, at eykajáttanirnar í hesum árinum eru 20+ milliónir, og onki verður gjørt við lekar í skúlanum í Søldarfirði, týður ikki uppá at raðfestingin er optimal.Eg fari á fundinum at skjóta upp, at skattoprosentið verður lækka 1% komandi ár.

Jonhard Danielsen
Býráðslimur Runavíkar Kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder