2019-02-11 20:22

Á fyribils tølunum frá Taks sæst, at tær báðar kommurnar í Vágum fingu væl meira inn í kommunuskatti í januar í ár í mun til januar 2018.
Í januar í ár fekk Vága kommuna kr. 6.508.639 í skattakassan, tað eru 17,23% meira enn í januar í 2018 tá ið Vága kommuna fekk kr. 5.552.116. Í krónum svarar tað til kr. 956.523 meira í kassan hjá Vága kommunu.
Í januar í ár fekk Sørvágs kommuna kr. 3.513.851 í skattakassan, tað eru 16,88% meira enn í januar í 2018 tá ið Sørvágs kommuna fekk kr. 3.006.374. Í krónum svarar tað til kr. 507.477 meira í kassan hjá Sørvágs kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald