JN

Kommunurnar í Vágum hava fingið kr. 3.47 mill. meira í skatti

...

2013-12-04 20:25 Author image
placeholder

 Nógva virksemið í Vágum sæst aftur í kommunukassunum. Vága kommuna og Sørvágs kommuna hava fingið kr. 3,47 mill. meira inn í skatti higartil í ár.

Hjá Vága kommunu er talan um kr. 2.172.219 - Vága kommuna hevur hægri skattaprosent í ár enn í fjør.

Hjá Sørvágs kommunu er talan um kr. 1.307.786.

Tær flestu kommunurnar hava fingið meira inn í ár enn í fjør, men hjá Tórshavnar kommunu er talan um eina stóra afturgongd - heilar kr. 18 mill.. Eiðis kommuna hevur eisini eina stóra afturgongd uml. 1,0 mill og hjá Sands kommunu liggur afturgongdin um eina knappa millión.

Í Klaksvík gongur væl, har hava tey fingið kr. 4,6 mill. meira higartil í ár, í Fuglafirði liggur framgongdin um 1,8 mill., í Vestmanna er talan um eina framgongd uppá kr. 0,9 mill., Sunda kommuna herur eina framgongd uppá kr. 0,8 mill. og á Tvøroyri er talan um eina rættuliga stóra framgongd - 2,9 mill.

Sí tølini niðanfyri:

Fyribilsskattur fyri januar og november - samanlagt:

Kommuna: 2012 2013 Munur kr. Munur %

Fugloyar 1.210.120 1.152.087 -58.033 -4,80

Viðareiðis 7.044.025 8.102.748 1.058.723 15,03

Hvannasunds 10.307.676 9.646.966 -660.710 -6,41

Klaksvíkar 131.496.180 136.120.990 4.624.810 3,52

Kunoyar 3.075.035 3.045.352 -29.683 -0,97

Húsa 1.068.856 1.337.314 268.458 25,12

Fuglafjarðar 41.102.675 42.898.794 1.796.119 4,37

Eystur 56.640.639 56.396.191 -244.448 -0,43

Nes 30.118.866 30.268.687 149.821 0,50

Runavíkar 103.349.205 103.338.493 -10.712 -0,01

Sjóar 23.183.883 23.241.782 57.899 0,25

Eiðis 17.502.850 16.446.295 -1.056.555 -6,04

Sunda 42.671.797 43.510.288 838.491 1,96

Kvívíkar 16.114.104 16.212.911 98.807 0,61

Vestmanna 31.148.178 32.024.091 875.913 2,81

Vága 51.528.836 53.701.055 2.172.219 4,22

Sørvágs 28.735.587 30.043.373 1.307.786 4,55

Sands 12.004.704 11.074.925 -929.779 -7,75

Skopunar 10.960.925 10.825.953 -134.972 -1,23

Skálavíkar 3.723.596 3.626.502 -97.094 -2,61

Húsavíkar 2.760.550 2.818.917 58.367 2,11

Skúvoyar 823.431 1.047.805 224.374 27,25

Hvalbiar 16.473.673 16.329.698 -143.975 -0,87

Tvøroyrar 46.130.467 49.018.632 2.888.165 6,26

Fámjins 2.349.270 2.482.946 133.676 5,69

Hovs 3.100.273 2.786.758 -313.515 -10,11

Porkeris 7.677.935 7.390.766 -287.169 -3,74

Vágs 32.658.494 32.923.566 265.072 0,81

Sumbiar 7.487.272 8.056.692 569.420 7,61

Tórshavnar 564.054.483 545.993.180 -18.061.303 -3,20

1.306.503.585 1.301.863.757 -4.639.828 -0,36

Landsskattur 1.115.858.011 1.137.198.334 21.340.323 1,91

Kirkjuskattur 35.030.535 65.558.004 30.527.469 87,15

Eftirlønarsk. 192.809.772 213.574.456 20.764.684 10,77

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder